Forsøgn galdandi til leygarmorgunin
Lot til frískt lot um landsynning, 3 til 8 m/s, samdrigið, tám ella mjørki og sum frá líður regn. Út ímóti kvøldinum skiftandi skýloft og tað slítur í, bert okkurt ælið ella sirm í støðum. Hitin 10 til 16 stig.
Leygardagin
Lítið lot um eystan ella av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, skýggjað, í støðum tám ella mjørki, og kanska eisini okkurt einstakt ælið ella sirm í støðum. Út á kvøldið og um náttina fer at regna. Hitin 11 til 16 stig.
Sunnudagin
Lítið lot um eystan, minni enn 5 m/s, samdrigið og regn, men úr á dagin slítur í. Um náttina lot til frískt lot av landnyrðingi ella eystan, 3 til 8 m/s, samdrigið og okkurt ælið. Hitin 12 til 17 stig.
Mánadagin
Lot til frískt lot av landnyrðingi og eystan, 3 til 8 m/s, skýggjað og stundum regn ella ælaveður hitin 12 til 19 stig.
Týsdagin
Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, skýggjað og stundum regn ella okkurt ælið. Hitin 12 til 17 stig.
Mikudagin
Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, skýggjað og kanska okkurt ælið. Hitin 12 til 17 stig.