Talan er um temperamálningar. Flestu verkini hjá Tróndi eita ‘Náttúrulýsingar’. Tey snúgva seg um at umseta náttúruupplivingina, ella ta natúrulistisku lýsingina av náttúruni til ekspressiva abstraktión. Tey eru um óendaliga dýpi náttúrunnar, um stórleikan, megina og intensitetin.
Ferniseringin verður hildin leygardagin 24. apríl klokkan 16.30 í Glyvra kirkju, har Meinhard Bjartalíð bjóðar vælkomin. Silvitni framførir nøkur løg og Tróndur Patursson hugleiðir um síni listaverk.
Silvitni er eitt kvinnukór, ið syngur góðan og avbjóðandi kórtónleik undir kønari leiðslu av Cinthiu González, syngjandi kórleiðara.
Mentanarvikan í Runavíkar kommunu er í døgunum frá 25. apríl til 2. mai, og dyrnar eru opnar í Glyvra kirkju allar dagar frá klokkan 16-18.