Fernisering í Listasavninum: TIME OUT OF TIME - A Silent Drama

Framsýningin letur upp fríggjadagin, og øll eru hjartaliga vælkomin

Tíðindaskriv
14. mai 2024 kl. 16:15

Fríggjadagin 17. mai klokkan 16 letur upp framsýning á Listasavni Føroya, ið kallast “Time out of Time - A Silent Drama” við listakvinnuni Anný Djurhuus Øssursdóttir. 

Listakvinnan Anný Djurhuus Øssursdóttir er eitt av ungu føroysku listafólkunum, ið er undir útbúgving á akademiinum í Keypmannahavn. Hon hevur verið virkin á føroyska listapallinum í nógv ár, við verkum, ið líkjast burturfrá tí, ið vit kenna til list í Føroyum. Hennara verk spenna víða, og hon arbeiðir við ymiskum tilfari og gerandislutum, ið hon setir saman til støðumyndir, ið fáa okkum at steðga á og undrast - júst sum góð list kann tað. Anný hevur sýnt fram ymisk støð, ið vit vanliga ikki seta í samband við framsýningarhøli, eitt nú í viðarlundini í Havn. 

Seinastu árini hevur hon arbeitt við at skapa baktjøld til heimligar, sillførar hendingar. Eitt slag av pallseting, ið setir sjóneyguna á húsið sum skap, ið er karmur um ymisk sosial-, andslig- og samfelagsviðurskifti. Framsýningin “Time Out of Time” er ein slík installatión, har kenslulødd rúm gerast minnisgoymslur, fullar av nostalgi og undran.

Framsýningin verður í klivunum sum partur av føstu framsýningini á Listasavninum.

Ferniseringin er frá kl. 16-18.

Kirstin Helgadóttir, savnsumsjónarfólk, bjóðar vælkomin. Savnið bjóðar ábit og drekka.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Les meira um framsýningina á www.art.fo