Fergie biðið um umbering fyri sína framførslu

At sangframførslan hjá Fergie til NBA All-Star kurvabóltsdystin neyvan gekst, sum ætlað, eru flest øll samd í...

Elisa Vang
20. februar 2018 kl. 16:23

At sangframførslan hjá Fergie til NBA All-Star kurvabóltsdystin í gjár neyvan gekst, sum ætlað, eru flest øll samd í. 

Nú hevur sangarindan umborið fyri framførsluna, tað skrivar BBC News á heimasíðu sína.

"Tað hevur altíð verið mær ein heiður og stoltleiki at framføra fosturlandssangin, og í gjárskvøldi ynskti eg at framføra okkurt serligt fyri NBA", segði Fergie við TMZ.

"Listarliga váði eg mær nógv, men eftir øllum at døma rakti hendan tulkingin ikki rætta tónan", sigur Fergie. 

Hon legði aftrat, at hon elskar móðurland sítt og at hon royndi sítt besta.

Síggið video av framførsluni HER