Tað sær út sum um at jólini framvegis koma óvart á nógv fólk. Í øllum førum er tað týðiligt, at tað eru heilt nógv, sum ikki keypa jólagávur, og jólamat, fyrr enn í allarsíðstu løtu.
Løgreglan sigur, at í allan gjár var ferðsluruðuleiki í Havnini, tí tað vóru so nógvir bilar. Av tí sama vóru ferðsluproppar nógva staðni og sum heild gekk tað við sniglaferð.
Løgreglan sigur, at tað var so rokaligt við bilum, at eisini hjá teimum var tað ringt at sleppa fram og somuleiðis stóðu sjúkrabilar fastir í ferðsluni.
Løgreglan sigur, at tey, sum koyra neyðsendarakfør máttu rættiliga hugsa seg um, hvønn veg tey skuldu fara fyri at sleppa fram har tey skuldu
Harumframt er tað nakað av kava, og tað er hált, tað hava eisini verið nógv ferðsluóhapp, men talan er bara um smáttarí, har bilar hava borið við hvønn annan í tí nógvu ferðsluni.
Løgreglan sigur, at nú vegasambandið er so gott, eru tað fólk heilt av Viðareiði, til Sørvágs og úr Sandoynni, sum trokast inn í Havnina at avgreiða jólaørindini. Og tey vænta sama skilið í dag, so fólk skulu hugsa seg væl um, hvønn veg tey koyra.