Ferðsluruðuleiki á middegi

Eina breytin í Hoyvík inn í Havnina stongd. Eisini Kollafjarðartunnilin hevur verið stongdur.

Katrin Johannessen
15. juli 2020 kl. 14:51

Ein last datt av einum vognið í samband við arbeiði á tunnilsmunnanum í Hoyvík og hevði við sær, at bert var koyrandi á einari breyt, áleið har ið óhappið hendi. Fráboðanin kom umleið kl. 13.26 og breytin er júst latin upp aftur nú góðan tíma seinni, sambært vakthavandi á politistøðini.

Beint áðrenn eina breytin varð stongd, varð Kollafjarðartunnilin latin upp, eftir at hava verið stongdur í ein hálvan tíma í tíðarbilinum umleið kl. 12.40 til umleið 13.10.Orsøkin var, at ein treylari var uppsteðgaður í tunlinum. 

Tískil hevur verið trupult at ferðast inn í Havnina í dag, norðuri frá.