Ferðsluóhapp oman fyri Norðskála
Tey fólk eru farin á sjúkrahús
Áki Bertholdsen
10. mai 2024 kl. 09:57
Fyri eini løtu síðani varð ringt til løgregluna at boða frá, at eitt ferðsluóhapp var hent á vegastrekkinum við Norðskálatunnilin, og tað er Norðskálamegin.
Løgreglan sigur, at tveir bilar stoyttu saman, so har fór løgregla og sjúkrabilur og sjálparfólk á staðið.
Løgreglan sigur, at bilførararnir vóru einsamallir í bilinum og teir fóru báðir á Landssjúkrahúsið til kanningar.
Beint nú veit løgreglan ikki hvussu støðan er. Tey vita heldur ikki, hví óhappið hendi.