Ferðsluóhapp í Klaksvík - herverk og stuldur í Havn

Ein bilførari í Klaksvík skal fyrireika seg upp á at missa koyrikortið

Áki Bertholdsen
19. mars 2024 kl. 07:50

Beint fyri døgurða í gjár varð ringt til løgregluna at boða frá einum ferðsluóhappi. 

Løgreglan sigur, at talan var um tveir bilar, sum stoyttu saman Bilarnir fingu skaða, men fólkaskaði var eingin Løgreglan sigur, at helst er talan um, at annar bilurin ikki helt víkiskylduna.

Tá ið tað elvir til samanstoyt tá ið ein bilførari ikki heldur víkiskylduna, plagar avleiðingin at vera, at hann missur koyrikortið.

Løgreglan sigur, at tey hava eisini fingið boð um herverk á gamla studentaskúlan í Hoydølum. Har er ein rútur brotin í hurðini í auluni, men tey vita ikki akkurát, nær tað er hent.

Seinnapartin varð eisini ringt til løgregluna úr einum handli at boða frá, at ein hevði verið inni og stolið. Talan var um ein handil, sum seldi elektronikk, og tað, tjóvurin hevði stolið, kostaði beint undir 1.000 krónur.

Løgreglan fekk fatur á tjóvinum, sum var eitt vaksið fólk. Tjóvagóðsið er latin handlinum aftur og tjóvurin verður skuldsett fyri stuldurin.