Ferðslumátingar vóru í Sandoynni í gjár. Har fingu tveir bilførarar klipp í koyrikortið fyri at hava koyrt 77 kilometrar um tíman, har ið tað bert er loyvt at koyra 50.
Eisini vóru tveir persónar steðgaðir á ATV, sum báðir koyrdu uttan hjálm. Hetta fingu teir hvør sína bót fyri.