Ferðslan millum Skálafjørðin og høvuðsstaðin økist støðugt

Í miðal koyra tað nú 1200 bilar fleiri um dagin í Eysturoyartunlinum, enn tað gjørdu fyri tveimum árum síðani

Mynd: tunnil.fo
Jóannes Hansen
5. desember 2023 kl. 17:23

Ferðslan í Eysturoyartunlinum økist støðugt. Tað vísa tølini, sum eru at síggja á tunnil.fo, nú november tølini 2023 eru tøk.

Í november koyrdu í miðal um dagin 5952 bilar í Eysturoyartunlinum. Bara einaferð áður hava so nógvir bilar í miðal koyrt í tunlinum um dagin í ein mánað. Tað var í juni í ár, tá ið 5969 bilar í miðal um dagin vóru í tunlinum.

2021 var fyrsta heila árið við ferðslu í undirsjóvartunlinum. Tá koyrdu í november 4353 bilar í miðal um dagin. Í 2022 var talið fyri november 5445, og í november í ár var tað 5952.

Í miðal fyri hvønn mánað eru tølini støðugt økt, tá ið tølini fyri 12 mánaðar í 2021 og 2022 og 11 mánaðar í 2023 verða nýtt sum grundarlag.

Í 2021 var miðaltalið fyri hvønn dag 4448.

Í 2022 var miðaltalið fyri hvønn dag 5019.

Í 2023 – í 11 mánaðir – er miðaltalið fyri hvønn dag 5639.

Tað vil við øðrum orðum siga, at tað higartil í ár hava koyrt 1200 bilar fleiri í tunlinum um dagin, enn tað gjørdu í 2021.

tunnil.fo