Ferðslan millum Skálafjørðin og Havnina økist støðugt

Frá januar 2021 og fram til desember 2023 vaks ferðslan við meiri enn 27 prosentum

Jóannes Hansen
5. januar 2024 kl. 18:04

Tað varð roknað við, at títtleikin í ferðsluni fór at økjast støðugt, og soleiðis vísa tølini, at tað hevur verið.

Uppgerð hjá tunnil.fo vísir, at miðalferðslan um dagin er støðugt vaksin. Seinastu mánaðirnar hevur hon verið knappar 6000 bilar um dagin. Lutfalsligi vøksturin frá 2021 og til 2023 er 27 prosent.

Miðal ferðslan um dagin í Eysturoyartunlinum

januar

februar

mars

apríl

mai

juni

juli

august

september

oktober

november

desember

2020

0

0

0

0

0

0

0

0

0

0

0

3699

2021

4694

3920

4308

4093

4383

4567

4531

4503

4773

4628

4353

4619

2022

3910

4439

5009

4962

5224

5262

5019

5104

5418

5296

5445

5137

2023

4959

5355

5367

5481

5778

5969

5656

5686

5945

5881

5952

5794

tunnil.fo