Størsta ferðslan í undirsjóvartunlunum er tann í Norðoyatunlinum. Soleiðis hevur tað verið, og soleiðis er tað framvegis.
Nú tølini fyri ferðsluna í august eru tøk er staðfestingin, at tað ongantíð áður hava koyrt so nógvir bilar í miðal um samdøgrið í ein mánað í Norðoyatunlinum, sum tað gjørdu í august í ár.
Samlaða talið av bilum, sum í august vóru í Norðoyatunlinum í miðal um dagin, var 4939.
Yvirlitið fyri fimm tey seinastu árini sigur, at í 2022 og 2023 hevur august verið mánaðurin við mest ferðsluni. Í fjør og í fyrraárið minkaði ferðslan eitt sindur aftur næstu mánaðirnar og út á veturin, áðrenn hon í februar aftur fór at vaksa. So fæst at síggja, hvussu tað fer at verða í ár.