Gongdin hevur verið, at tað er vorðið alt tættari millum bilarnar í Eysturoyartunlinum, og nýggju tølini vísa, at tað ongantíð áður í miðal um samdøgrið hava verið so nógvir bilar í tunlinum, sum tað vóru í september 2024.
Samlaða talið í síðsta mánað var 6336 bilar. Næsthægsta talið higartil var í juli í ár, tá ið tað í miðal koyrdu 6192 bilar um samdøgrið í tunlinum.
Tað er serliga millum Eysturoy og Streymoy, at talan er um stóran vøkstur. Í september í ár var talið 5438 bilar. Í september í fjør var talið 5136.
Millum Rókina og Strendur var talið í september í ár 897 bilar um samdøgrið. Talið hevur bara einaferð áður verið so høgt. Tað var í februar í ár, tá ið tað var 914.
Ferðsla í Eysturoyartunlinum
Ferðslan millum Eysturoy og Streymoy
Ferðslan millum Rókina og Strendur