Ferðslan er framvegis óvæntað stór undir Skopunarfirði

Aftur í september koyrdu fleiri enn túsund bilar um samdøgrið millum Sandoy og Streymoy

Jóannes Hansen
2. oktober 2024 kl. 19:45

Í desember verður tað eitt ár síðani, at Sandoyartunnilin varð latin upp fyri ferðslu. Teir fáu dagarnar, sum tunnilin var opin í desember í fjør, koyrdu tað 781 bilar í miðal um samdøgrið í tunlinum. Tá var ókeypis at koyra, og stóran part av januar var tað eisini ókeypis at koyra. Tá koyrdu tað 1265 bilar í miðal um damdøgrið í tunlinum.

Metingarnar søgdu, at ferðslan mundi fara at vera millum 300 og 400 bilar um samdøgrið, og tá varð sagt, at stóra ferðslan tveir teir fyrstu mánaðirnar, tá ið tunnilin var opin, mundi komast av, at tað var ókeypis at koyra.

Nú hevur tunnilin verið opin í tíggju mánaðir, og ferðslutølini eru væl hægri, enn tað varð roknað við. Í september koyrdu tað triðja mánaðin á rað fleiri enn túsund bilar í miðal um samdøgrið í tunlinum. Talið í september var 1085, meðan tað í ávikavíst juli og august var 1194 og 1097.

 

Ferðslan í Sandoyartunlinum í miðal um samdøgrið