Tað mugu fleiri ella onnur amboð í amboðskassan.
Hetta er eitt hugtak ið ofta verður nýtt av okkara politikarum. Nú haldi eg veruliga at politikararnir mugu fara at føra hetta út í verki.
Aftur í morgun vóru vit vitni til at nógvir bilar stóðu eftir á Krambatanga tá Smyril fór norður. Hetta er ikki í lagi, ein fríggjamorgun í 2024 og vit eru ikki komin til summarferðsluna enn.
Eg veit væl at Smyril lá ein stóran part av degnum í gjár orsakað av maskintrupulleikum og vánaligum veðri, hetta eru ting sum henda og koma at henda aftur. Hetta er helst eisini ein av orsøkunum til at nógvir bilar stóðu eftir í morgun.
Tað hevur ofta verið funnist at Strandferðsluni um nógvu avlýsingarnar hjá Smyrli og tað at øll ikki sleppa við. Hetta er skeiv adresssa, tí tað eru dugnalig starvsfólk sum starvast hjá SSL og tey ynskja uttan iva at veita eina so góða tænastu sum gjørligt, men um amboðini í amboðskassanum ikki eru tey røttu ella tey eru ov fá, so verður tænastan hareftir. Tí eru tað politikararnir sum mugu koma á banan og skipa fyri at hetta verður broytt.
Tað er júst slíkum støðum sum í morgun vit skulu sleppa undan, tí um ein av orsøkunum til at bilarnir ikki sluppu við var at nógvur farmir skuldi við, so er tað eitt greitt tekin um at tað má vera eitt skip til farm og eitt til ferðafólk.
Tað sum vit higartil hava hoyrt, er at í ár kemur onki skip at sigla afturat Smyrli, men at leiðin skal effektiviserast uttan eykaskip og uttan at Smyril skal sigla fleiri túrar.
Ferðafólkatalið veksur og farmanøgdirnar veksa, so hvussu man ætlar at sleppa undan at bilar skulu standa eftir, uttan at seta eitt skip inn afturat ella at Smyril skal sigla fleiri túrar, tað skilji eg ikki.
Sum støðan er í landi okkara í dag, har miðstaðarøkið saman við øðrum økjum eru um at bresta av aktiviteti og fólkatalið í somu økjum bara veksur, so er gongdin í Suðuroynni júst tann mótsatta.
Vit hava júst sæð úrslitið av eini greining av støðuni viðv. fólkatali og fíggjarviðurskiftunum í norðaru helvt av Suðuroynni, tey tølini tala greitt hvønn veg tað gongur.
Tað er lítið hugaligt og enn og minni tiltrekkjandi hjá ungum familjum at seta búgv í eini oyggj við slíkum samferðslumøguleikum sum vit í Suðuroynni hava.
Vit eru enn í mars mánað, summarferðslan er ikki byrjað og tað er tíð enn til at finna loysnir á hesum átrokandi máli.
Fleiri amboð, ella onnur amboð í amboðskassan kundi veri ein loysn. (Fyri at nýta orð politikarana)
So tit, serliga okkara suðuroyðapolittikarar, komi á banan, finni eina loysn á hesum afturvendandi og versnandi trupulleika.
Hans Pauli Henryson