Ítrottarfólkini sum skulu luttaka á Oyggjaleikunum 2025 í døgunum 12. til 18. juli, byrjaðu sína ferð úr Vága Floghavn til Inverness longu klokkan 05.10 í morgun.
Tey komu seinnapartin endiliga til Orknoyggjarnar.
Bussur koyrdi tey úr Inverness víðari til Scrabster.
Ferja silgdi tey haðani víðari til Stromnes á oynni Mainland, har flestu kappingarnar skulu ganga fyri seg, í høvuðsstaðnum Kirkwall sum hỳsir 8.686 íbúgvum.
Myndir: Kvf