Tey í Hesti fara at fáa eitt nógv betri ferðasamband inn á meginøkið, enn tey hava havt. Tað vissar Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum, um.
Annika Olsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hevur spurt hann, hvørjar ætlanir tey hava við ferðasambandinum út í Hest, nú koyrandi verður ígjøgnum Sandoyartunnilin nú upp undir jól.
Hon vísir á, at í løtuni er ferðasambandið so vánaligt, at tað ber ikki til at búgva í Hesti og arbeiða í Havn og fólk, hava verið noydd at flyta úr Hesti av tí sama.
Dennis Holm sigur, at tey hava arbeitt við ferðasambandinum út í Hest í eina tíð og í hesum sambandi hava tey eisini havt fund við tey í Hesti.
Í juni, juli og í august í summar var ein royndarkipan gjørd við nógv fleiri túrum og tær royndirnar vístu, at tá ið ferðasambandi er gott, ferðast fólk eisini meiri. Í summar varð ferðafólkatalið ímillum Hest og miðøkið 40 prosent hægri enn tað var í sama tíðarskeiði í fjør.
Og landsstýrismaðurin vissar um, at endamálið er at ferðasambandið út í Hest skal vera betri enn tað hevur verið og at tað skal bera til at búgva í Hesti og arbeiða og kunna møta til arbeiðis í Havn klokkan átta um morgunin.
Tað er styttri úr Hesti inn á Gomlurætt enn tað er úr Nólsoy til Havnar, men tað er stórur munur á, at ferðasambandið út í Hest er vánaligari enn nólsoyingar hava.
Dennis Holm sigur, at tað verður Erla Kongsdóttir, sum skal røkja feðasambandið. Men hon hevur tekniskt brek, og tað tekur so langa tíð at fáa eykalutin, at tað verður ikki fyrrenn um mánaðarskiftið mars – apríl, at hon fer aftur í sigling.
Og hesa næstu tíðina, til Erla Kongsdóttir fer aftur í sigling, verður tað sostatt Jósup, sum skal røkja siglingina.