ES-kommissjónin hevur givið greið boð eftir, at fleiri lond hava havt ætlanir um at strika rættindini hjá ferðafólkum.
Um ferðin er avlýst, so hevur tú rætt til at fáa pengarnar aftur.
Hóast flogfeløgini eru illa fyri í løtuni, so sleppa tey ikki undan at gjalda aftur til ferðafólkini, har flogferðin er avlýst av koronakreppuni.
Ferðafólk hava eftir ES reglunum rætt til at velja um tey vilja hava pengarnar aftur, umbókast til eitt annað flogfar ella um tey vilja hava ein tilgóðarseðil, tá ferð teirra er avlýst.
Men seinastu tíðina hava fleiri flogfeløg nokta at rinda peningin aftur til tey ferðandi og hava í staðin givið tilgóðarseðlar.
Nøkur flogfeløg hava latið tilgóðarseðlar og lagt nøkur oyru eyka omaná. Tað er í lagi, sambært ES-kommissjónini, men hetta skal ikki vera einasti møguleikin hjá brúkarunum. Tilgóðarseðlarnir mugu eisini verða tryggjaðir fyri húsagangi í flogvinnuni, meinar komminssjónin.
Fleiri av ES-limalondunum hava mælt til, at strika ES reglarnar um ferðafólkarættindi fyribils, í eini hjálp til tey illa støddu flogfeløgini.
Hetta kemur ikki uppá tal, sigur Margretje Vestager, kappingar kommisserur í ES við Dr.dk. Tað er eitt ov vívfevnt stig at taka, heldur hon og at virðing skal vísast fyri fíggjarligustøðunum hjá familjum í løtuni.