Ferðafólk breyt fótin á Kallinum
Tyrlan flutti fyrrapartin eitt fólk úr Kalsoynni á Landssjúkrahúsið
Eyðun Klakstein
23. september 2024 kl. 23:59
Fyrrapartin var eitt ferðafólk óheppið undir útferð á Kallinum í Kalsoynni. Boðini til Vørn vóru, at ferðafólkið hevði brotið fótin.
Tyrlan hjá Atlantic Helicopters varð send í Kalsoynna, og hon flutti ferðafólkið á Landssjúkrahúsið í Havn til viðgerðar.
Tað tók ein góðan tíma, frá tí at boðini komu, til ferðafólkið var latið Landssjúkrahúsinum.