Ferð sett á endaligu fyrireikingarnar

Um smáar tvær vikur byrjar Faroe Islands Handball Cup 2021 og ferð er nú á endaligu fyrireikingunum

Tíðindaskriv
26. juli 2021 kl. 00:53

Komandi vikuna verður meiri at frætta um ferðaætlan, gisting, mat, kappingarskrá, og skipan av tiltakinum annars, soleiðis at luttakandi liðini fáa fyrireika seg.

Eins og í fjør er í samstarvi við høvuðsstuðul okkara Suðuroyar Sparikassa lagt upp til nakrar spennandi dagar í Vági frá mánadegnum 2. august til ónsdagin 4. august.

Her kunnu feløg melda til lið til Faroe Islands Handball Cup 2021.

Árgangirnar verða tilmeldaðir í mun til tann árgangin, sum tey skulu spæla komandi ár, kappingarárið 2021/2022

Skoytast kann uppí, at kappingin verður skipað í tráð við koronutilmælini.