Ferð komin á íbúðabygging í Klaksvík

Hóast korona hevur tvingað Klaksvíkar kommunu at seta ferðina niður á nógvum økjum, so er framvegis nógv ferð á sethúsa- og íbúðabyggingini í Klaksvík. Eitt nú setti kommunan í fjør met í byggiloyvum

Sigurjón Einarsson
22. januar 2022 kl. 07:35

Tað er framvegis nógv ferð á sethúsa- og íbúðabyggingini í Klaksvík, hóast korona hevur sett ferðina nakað niður. Eitt nú setti Klaksvíkar kommuna í fjør met í byggiloyvum, bæði tá tað kemur til íbúðir og smærri byggiloyvi.

Tað skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðu sínari.

Verður hugt eftir tølunum, so var árið í fjør sermerkt á tann hátt, at met nógv byggiloyvir vóru givin til bæði íbúðir (50), onnur byggiloyvir, t.d. tilbygningar, bilhús, hjall v.m. (103). Eisini vórðu 13 byggiloyvi til sethús givin. Seinastu tíggju árini eru í alt loyvir givin til 89 sethús og 93 íbúðir í kommununi. Góða gongdin seinnu árini hevur verið virkandi til ein støðugan vøkstur í virkseminum í kommununi.

Karl Johansen, borgarstjóri, fegnast um stóra eftirspurning eftir bústaði í Klaksvík.

- Sum borgarstjóri er hetta sera gleðiligt, at nógv verður bygt. Fólkatalið í Klaksvík og í kommununi setur met og merkir tað, at vit sum kommuna áhaldandi mugu síggja møguleikar og skapa karmarnir, soleiðis at tað kann gerast lagaligt fyri borgarar og vinnufyritøkur at byggja.

- Umfamt íbúðabygging í býnum, so hevur kommunan fleiri grundstykkir á Fossum klár í summar. Somuleiðis er verkætlanin við fleiri vinnuøkjum við Borðoyavík komin væl áleiðis. Tí kann eg ikki siga annað enn, at hetta er ein spennandi tíð, sum gevur mær góðar vónir um framtíðina, sigur borgarstjórin við heimasíðuna.

Serliga er tað gongdin í íbúðabyggingin hjá privatum feløgum, sum vekir ans. Íbúðarbyggingin tók av álvara dik á seg, tá byggingin kring Biskupstorg fór ígongd í 2015, har tey fyrstu fluttu inn í 2019. Eftir hetta er ferð komin á íbúðabygging í Klaksvík. Tí umframt tær 50 búeindinar, sum loyvi varð givið til í fjør, so eru nógvar aðrar spennandi verkætlanir ávegis. Fyribils metingin er, at góða gongdin við íbúðabyggingin heldur fram í 2022, har roknað verður við, at met nógv loyvir verða givin í 2022.

Fleiri fyrispurningar í koronatíðini

Síðani korona tók seg upp í 2020, eru met nógvir fyrispurningar komnir til kommununa frá privatum um byggiloyvi til tilbygningar, umbyggingar, bilhús, hjallar o.a. í stórum vøkstri.

- Tað vísir seg, at meðan samfelagið á fleiri økjum fór niður í ferð, so vóru tað rættiliga nógv, sum fóru at byggja um, byggja bilhús og hjallar. Tað er stuttligt at síggja, hvussu nógv virksemi hevur verið síðan korona tók seg upp. Tí er tað eisini serliga spennandi at fylgja gongdini, og vóni eg sjálvandi, at góða gongdin heldur fram, sigur Karl Johansen, borgarstjóri, við heimasíðuna.

Kelda: Klaksvíkar kommuna