Kaj Leo Holm Johannesen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, hevur nú biðið um farloyvi úr Løgtinginum. Hann hevur verið illa sjúkur í rygginum leingi og hann hevur ógvuliga ilt við at standa á beininum, og hvaðna verri er tað at ganga.
Tískil hevur hann nú biðið um farloyvi í Løgtinginum til 15. desembur.
– Eg skal til viðgerð og uppafturvenjing í Danmak, sigur hann við in.fo í morgun. Hann sigur, at serlæknin trýr enn uppá, at hann aftur fer at klára at ganga.
Sostatt fáa eyturoyingr nú ein tinglim afturat, tí tað er Jaspur Langgaard, sum tekur sæti á tingi fyri Kaj Leo Holm Johannesen.
Eitt mál, sum hetta kann fáa ávirkan á, er málið um fosturtøku. Tað varð felt í Løgtinginum í ár, tí tað manglaði ein atkvøða í at tað varð samtykt. Tá var Kaj Leo Holm Johannesen ikki i Løgtinginum tí hann segði, at hann var í sjúkuviðgerð. Men hann hevur sagt, at hann er fyri fríari fosturtøku.
Tað hevur verið róð fram undir, at uppskotið skuldi leggjast fyri Løgtingið aftur í heyst, men at Jaspur Langaard tekur sæti á tingi, beinir fyri tí møguleikanum, tí hann er ímóti at vit fáa fría fosturtøku