Ein meiriluti í svenska tinginum atkvøddu herfyri fyri einum misáliti móti Löfven og Sosialdemokratunum. Sambært lógini hevði hann sjey dagar at gera nýggja stjórn, fara úr embætinum ella skriva út val. Hendan freistin er á midnátt, men enn er langt á mál, sambært svenskum miðlum.
Elisabeth Marmorstein, er politiskur viðmerkjari fyri svenska ríkissjónvarpið, SvT, sigur, at Annie Lööf, leiðari í svenska miðflokkinum, Centerpartiet, liggur í buktini at fáa ein nýggjan meiriluta, men flokkurin ynskir ikki at samstarva við Sverigedemokraterne ella Venstrepartiet, tí er tað meira sannlíkt, at val verður skriva út, sambært henni.
Ein avtala, ið ikki er ein avtala, kann loysa trupulleikan
Thomas Ramberg, samstarvsfelagi hjá Marmorstein hjá svenska ríkisútvarpinum, SvR, er samd við henni í, at tað tykist ringt at fáa knútin loystan, og tí kann eitt val vera í hondum – uttan so, at Venstrepartiet verður yvirtalað og góðkennir fíggjarkarmin og samarbeiðið millum Sosialdemokratarnar, Moderaterne og Centerpartiet.
Men av tí, at Centerpartiet ikki ynskir at samstarva við Vensterpartiet ger hesa fløkjuna torgreidda, men “spurningurin er, hvussu ein tílík avtala kann fáast, hóast tað í roynd og veru ikki er ein avtala á borðinum”, sambært Thomas Ramberg.
Val verður komandi ár
Svensk lóg sigur, at val skal vera fjórða hvørt ár, óansæð hvat. Hetta merkir, at hóast val verður nú, so skal val haldast aftur komandi ár – á heystið 2022.