Í dag var hátíðarhald í samband við, at Hanus Joensen, ráðgevari á fólkaskúlaøkinum, leggur frá sær fyri aldur, eftir at hava arbeitt við skúlaskapi í samfull 50 ár. Tað greiður Undirvísingarstýrið frá, og tað var eisini har, hátíðarhaldið var.
Tað eru nógv, sum kenna Hanus frá hansara tíð í fólkaskúlanum. Í nógv ár var hann skúlastjóri, fyrst í Kommunuskúla og síðani á Skúlanum á Fløtum.
Hanus er eisini kendur fyri so mangt annað. Millum annað sum hondbóltspælari, telvari, kórleiðari og urguspælari. Síðani 2017 hevur Hanus verið ráðgevari starvast í Undirvísingarstýrinum
Stjórin á Undirvísingarstýrinum, Hjalmar Hansen, handaði Hanusi eina gávu og bar fram eina heilsan, har hann hann helt, at øll hesi 50 árini hevur tað uttan iva hevur ta verið fremst í hugaheimi Hanusar at hava ein góðan skúla.
– Tú ert framskygdur og sært heldur møguleikar enn forðingar, og smæðist ikki við at eggja okkum øllum til at seta okkum høg mál, segði hann í heilsanini.