Fer at kosta at vitja Pantheon

Næsta ár verður tað ikki ókeypis at sleppa inn í kenda ferðamálið Pantheon í Rom

Emil Jacobsen
16. desember 2017 kl. 16:34

Eitt av mongu kendu ferðamálunum í Rom er Pantheon, sum hevði 7,4 milliónir vitjandi í fjør. Higartil hevur tað verið ókeypis at sleppa inn í Pantheon, men frá mai mánaði verður hetta broytt.

Tað boðaði italska menta- og ferðavinnumálaráðið frá í vikuni.

Frá í summar fer tað kosta tvær evrur – góðar 15 krónur – at sleppa inn í Pantheon, sum í dag virkar sum ein kirkja. Men um tú skalt inn í Pantheon at biðja, sleppur tú undan at gjalda.

Nýggja gjaldið er ein roynd at fáa størri fíggjarligan vinning burtur úr fornu italsku ferðamálunum. Partur av gjaldinum skal fara til viðlíkahald av Pantheon, ið varð bygt sum eitt tempul í umleið 27 f.Kr. til heiðurs fyri Augustus keisara.

Núverandi skapið á Pantheon og teir seks metrar tjúkku múrarnir stava frá tíðini hjá Hadrian keisara, ið kom til valdið í árinum 117. Í 609 gjørdist Pantheon ein kristin kirkja. Listamaðurin Rafael er jarðaður í Pantheon, sum eisini er á world heritage-listanum hjá UNESCO.

 

Kelda: Reuters