Er lógin ein av trupulleikanum, verða stig tikin til at broyta hana. Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í vinnumálum
Sólvit E. Nolsø, tingmaður fyri Framsókn, heldur, at í sambandi við bústaðarneyðina eiga vit at kanna reglurnar í sambandi við at selja og keypa bústaðir.
Almennar uppboðssølur hava tað við sær, at vandi er fyri, at fólk spenna bogan meira enn gott er, tí tey fleiri ferðir skulu taka støðu til nýggj boð, sum koma uppá húsini, tey eru áhugað í, sigur hann.
– Almenn boð kunnu eisini hava við sær, at fólk, sum bjóða uppá eini sethús, skulu í eina almenna kapping við fólk, sum hava nóg mikið av peningi at keypa frítíðarhús fyri.
Almennar uppboðssølur gera eisini, at hús, sum frammanundan eru dýr, ofta dýrka meir enn helst gott er, tí eitt prískríggj stendst av støðuni.
– Samanumtikið kann sigast, at húsamarknaðurin í Føroyum er fyrst og fremst til fyrimunar fyri seljarar, heldur Sólvit E. Nolsø.
Hann sigur, at talan skal sjálvandi ikki verða um at avtaka marknaðin. Heldur skal talan vera um at skumpa hann eitt sindur longri móti miðuni, so at bæði keyparar og seljarar føla seg væl væl.
Høgni Hoydal staðfestir at ein lóg er um keyp og søla av fastogn. Í lógini stendur, at tað eru bara skrásettir meklarar, og advokatar, ið hava rætt til at virka sum advokatar, sum hava rætt til at keypa og selja fasta ogn vinnuliga.
– Hetta eru krøvini fyri at tryggja, at bæði keyparar og seljarar hava hóskandi rættartrygd, tá ið talan er um at keypa og selja so stór virði, tí aloftast er tað størsta íløgan, privatfólk yvirhøvur gera, sigur Høgni Hoydal.
Men nú eru 13 ár síðani, at lógin varð sett gildi og hesa tíðina eru bæði búskapur, og bústaðarmarknaður, broytt heilt nógv.
Samstundis hava vit eisini tann trupulleika, at fólk aftra seg fyri at seta búgv í Føroyum og ein orsøk til tað er, at tað er so dýrt.
– Landsstýrið tekur bústaðartrupulleikarnar sum eitt tað týdningarmesta málið at loysa og landsstýrið fer eisini at leggja uppskot fram um at loysa trupulleikarnar.
– Í hesum sambandi fer landsstýrið eisini at kanna um lógin um keyp og sølu av fastogn er ein av trupulleikunum.
– Eg fari tí at eftirmeta lóggávuna á økinum. Verður niðurstøðan, at lógin er ein trupulleiki, fari eg at taka stig til at broyta hana, sigur Høgni Hoydal.