Fer at greiða kirkjufólki í Sandavági frá um kríggið í Gaza

Hví hava stríðandi partarnir ikki fingið frið í lag?

Áki Bertholdsen
11. mars 2024 kl. 09:04

Klokkan 19.30 í annaðkvøld, týskvøldið 12. mars, verður fyrilestur í Sandavágs kirkju. Tá fer Heini í Skorini, lektara í altjóða politikki á Fróðskaparsetri Føroya, at greiða kirkjufólkinum frá um kríggið í gaza.

Í hesum sambandi fer hann at greiða frá bakgrundini fyri áleikandi krígnum í Ísrael og Gaza og hvørjar eru søguligu orsøkirnar til áhaldandi stríðið í Palestina og Ísrael.

Heini fer fyrst og fremst at viðgera søguliga upprunan til áhaldandi stríðið í Palestina og Ísrael. Eitt stríð, sum í nýggjari tíð kyknaði fyri góðum 100 árum síðani, tá evropeiskir jødar flýddu til Palestina undan vaksandi forfylging í Evropa.

Men evropeisku jødarnir komu til eitt land, har annað fólk eisini búleikaðist.

Hvat er hent hesi seinastu 100 árini? Hvørjar hava royndirnar verið at skapa frið? Og hví hava stríðandi partarnir ikki fingið frið í lag?