Her á Argjum hava vit eitt hondbóltsfelag, sum eftir 13 ár framvegis tráar eftir nøkrum so grundleggjandi, sum eina nøktandi hallarinngongd, einum felagshøli og møguleikum fyri styrkivenjing. Fleiri nevndir hjá ÍA eru hoknaðar undir áralongum togtoganum við kommununa, og skúlaleiðslu, um stongdar hurðar, vantandi hallartímar, goymslurúm o.l.
Hetta átti ikki at verið neyðugt. Sjálvandi skal kommuna og skúli vera ein viðleikari at skapa karmar fyri trivnaðinum á Argjum.
Nú beint fyri valið er røringur brádliga komin í. Eitt frímerki av einum duri verður nú í skundi ”klaskaður” upp. Hvar bleiv eitt nú lovaða felagshølið av? Feløgini eru hvørki spurd ella hoyrd. Hetta er ein sonn eyðmýking. Hetta er ikki tað, sum varð lovað, og tað vit hava bíða eftir í fleiri ár.
Verandi høll kemur heilt einfalt ongantið at nøkta framtíðar tørvin hjá vælvirkandi ítróttarfeløgunum á Argjum. Okkara feløg á Argjum skulu hava somu møguleikar, sum onnur feløg at bjóða argjabørnum ein sunnan og mennandi felagsskap og nøktandi ítróttarligar karmar.
Argir er ein skjótt vaksandi partur av Tórshavnar Kommunu. Barnafamiljur í hópatali fara komandi árini at seta búgv her úti hjá okkum. Tað gleðast vit um. Áðrenn vit vita av, er fólkatalið farið væl upp um 3.000 fólk.
Vit koma ikki á mál í skúlahøllini á Arghahamri. Eg vil stuðla ætlanini at byggja ítróttarhøll vestanfyri AB vøllin.
Eg vil til eina og hvørja tíð virka fyri einum ríkum felagslívi á Argjum, og í allari Tórshavnar Kommunu.
Høgni Vilhelmsen
Valevni hjá Fólkaflokkinum til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu