Felags heilsudata er vegurin til persónligt heilsudata

Við tøkniligu frambrotunum kunnu vit arbeiða við munandi betri heilsutænastum enn vit gera í dag

Bogi Eliasen
5. oktober 2016 kl. 13:11

Nógv verður tosað um persóliga heilsu og heilsutænastur snikkaðar til einstaklingin. Við tøkniligu frambrotunum kunnu vit arbeiða við munandi betri heilsutænastum enn vit gera í dag – men tað krevur at av vit finna eina hátt arbeiða við heilsudáta, at deila data og at vit tora at arbeiða við frískum fólkum.

Talgilding hevur tikið ferð á seg seinnu árini og tað av okkara samfelag er merkt av talgildari tøkni. Soleiðis er eisini innan heilsu. Í Føroyum vóru vit tíðliga á veg við Talgildu Heilsuskránni og helst fyrsta landið í heiminum, sum hevði ein talgilda heilsuskrá fyri alt heilsuverkið.


Talgilt pappír
Fyrsti parturin av talgilding í heilsuverki var at gera upplýsingar og serliga heilsuskráir talgildar. Í stuttum kann sigast, at fyrsta ættarlið av talgilding í heilsu flutti eina pappírsskipan yvir á talgildar skipanir, soleiðis at heilsuskráir kundu goymast og flytast talgilt. Nú kappast stóru veitararnir um at gera skipanir við løttum talgildum funkum, sum vit kenna frá talgildum vinnuskipanum. Hetta merkir, at tað í dag er ein serstakliga stór menning á økjum við talgilding og heilsu. Millum annað verður arbeitt við at heilsuskipanir kunnu verða dagførdar allatíðina, soleiðis, at tá ein sjúklingur fer frá einari deild til aðra, so eru heilsustarvsfólk vís í, at øll vitanin er dagførd. Hetta er ein sjálvfylgja í talgildum skipanum til flestu vinnugeirar, men av tí at heilsa eisini snýr seg um fólk og persónlig data, eru nógv atlit at taka.


Persónlig data
Tað at fólk eru von við at brúka talgildar appur í bæði arbeiðslívi og frítið ger eisini, at fólk gerast tryggari við tøknina. Vit eru eftirhondini von við at hava bankan í hondini, at spjaða okkara persónligu løtur kring heimin frá telefonini – og ilskast, tá einhvør tænasta ikki onkursvegna kann loysast á netinum.

Men tá vit flyta okkum frá yvirskipaðum tænastum til konkretar persónligar tænastur, so sum heilsu, so er eisini tørvur á persónligum dáta. Dáta, sum í ávísum førum kann verða viðkvæmt.

Júst hetta er ein av høvuðsavbjóðingum í framtíðar heilsu. Tøkniliga menningin hevur gjørt, at vit kunnu hjálpa sjúklingum nógv betur enn vit gera í dag. Men hetta krevur, at vit vilja arbeiða meira við vitan, soleiðis at skilja, at vit byrja at savna aðra vitan enn vit vanliga hava gjørt í heilsuverkum og eisini vilja og tora at arbeiða við hesi vitan og brúka hana til gagns fyri einstaklingin.


Traditionella og nýggja vitanin
Traditionella vitanin kann sigast at vera tann, sum heilsuverk savna og skriva í heilsuskránna hjá tí einstaka persóninum. Hetta kemur frá eini tíð og eini skipan, har mett var, at øll skuldu viðgerast eins og at ein breið standardisering var best.

Í dag eru flestu samd um, at tað kann verða stórur munur á, hvussu tvey fólk við somu sjúku skulu viðgerast. Tí er eisini neyðugt at fáa meira vitan um einstaklingin. Men nýggja vitanin er ikki bert at fáa “lívfrøðiliga” vitan, so sum íleguvitan. Her gerst tað sera hent at fáa vitan við t.d. ymsum sonevndum wearables, sum kunnu máta, hvussu persónurin hevur tað. Hetta er sera umráðandi fyri at skilja betur, hví fólk gerast sjúk og hvussu tey á bestan hátt kunnu lekjast.

Eisini síggja vit eitt rák fram ímóti meira viðgerð heima og tað krevur telemedisinskar loysnir í nógv størri mun enn vit síggja í dag. Partvís skulu fólk liggja munandi styttri á sjúkrahúsi, tí vit vita, at tað í flestu førum er betri at verða heima – og partvís kann tøkni gera, at einstaklingurin og familjan í nógv størri mun kunnu taka sær av tí sjúka, við tøkni sum hjálp.

Men málið má verða at koma eitt stig víðari, at kunna arbeiða fyribyrgjandi. Tað er betri fyri einstaklingin og fyri heilsubúskapin, sum so ger, at til ber at veita meira og betri heilsu fyri sama pening.


Felags data gevur tær persónligt data
Men fyri at arbeiða fyribyrgjandi mugu vit hava vitan um bæði frísk og sjúk fólk. Soleiðis er neyðugt, at heilsuverkið eisini arbeiðir við at menna vitan, sum ger, at vit ikki bara skilja sjúku, men eisini heilsu. Ein slíkur leistur krevur, at vit savna umfatandi heilsuviðkomandi data um nógv fólk og samanbera tað á ymsan hátt. Tað er ikki fyrr enn at vit kunnu kanna umfatandi vitan um nógv fólk, at vit skapa platformin, sum gevur okkum neyðugu vitanina og beinagrindina til at arbeiða við persónligari heilsu. Tað er í hesum leisti, at tær norðurlendsku heilsuskipaninar standa sera sterkar, tí stórt álit er á, at almenni geirin megnar at ansa eftur slíkum data. Men tað verður eisini neyðugt at samanbera data við aðrar heilsuskipanir fyri at kunna gagnnýta møguleikarnar á besta hátt – og tað kann verða trupult hjá skipanum at senda heilsuvitan um einstaklingar kring heimin. Serliga spurningurin, um heilsuverkið skal taka sær av at savna vitan um frísk fólk, hevur volt til løgfrøðiligt høvuðbrýggj – men eftir stendur, at tað ber ikki til at arbeiða fyribyrgjandi uttan at arbeiða við frískum fólkum. Og tað siga flestu norðurlendskir politikarar seg vilja.