Ongi úrslit

Felagið hjá Rooney sett undir umsiting

Championship-felagið Derby, har Wayne Rooney er venjari, er farið í gjaldssteðg og er sett undir umsiting

Sigurjón Einarsson
22. sepember 2021 kl. 23:40

Undan hesum kappingarárinum sá einki serligt út hjá Derby, har Wayne Rooney er venjari. Hann hevði eitt skifti bert tíggju leikarar til venjing, men til kappingarbyrjan fekk felagið skavað somikið av leikarum saman, at felagið fekk stillað lið.

Tað var ikki væntað nógv av Derby í ár, men Derby hevur megnað at vunnið sær tíggju stig í teimum átta fyrstu dystunum í hesum kappingarárinum.

Derby lá í morgun á einum 12. plássi í The Championship, men liggur nú niðast á stigatalvuni við minus tveimum stigum.

Grundin til tað er, at í vikuskiftinum søkti felagið um at verða sett undir umsiting, og í dag váttar Derby so, at tríggir fyrisitingarligir umsitingarmenn eru valdir at fáa skil í roknskapin.

Reglarnar fyri fótbóltsfeløg í Stórabretlandi siga, at verður eitt fótbóltsfelag sett undir umsiting, so missir felagið 12 stig av sær sjálvum, men sambært Sky Sports, so kann tað enda við minus 21 stigum, tí felagið eftir øllum at døma eisini hevur brotið Financial Fair Play-reglurnar.

Mel Morris, ið eigur felagið, hevur áður sagt fyri bretskum miðlum, at Derby missir umleið 13 milliónir krónur um mánaðin.

Wayne Rooney byrjaði sum leikandi hjálparvenjari undir Philip Cocu farna kappingarár. Men eftir at niðurlendingurin fekk fótin um miðjan november í fjør, bleiv Rooney fyribils venjari, áðrenn hann gjørdist fastur Derby-venjari í januar í ár.

Partarnir gjørdu ein sáttmála fram til summarið 2023, sum samstundis merkti, at Rooney legði fótbóltsskógvarnar á hillina.

Hóast felagið nú er sett undir umsiting, so sigur Rooney seg vera sinnaðan at halda fram sum venjari.

Mest lisið hesa vikuna

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

15. sepember kl. 12:09

Máttu í fjøllini at bjarga útlendskum ferðamanni oman á slætt

12. sepember kl. 09:10

Danmark fyrireikar kirkjuna til stórkríggj: Kann fáa upp í 20 fallnar hermenn um dagin

13. sepember kl. 15:00

Løgreglan vil tosa við bilførara sum elvdi til óhapp

14. sepember kl. 09:44

Fyrsta fjarstýrda skurðviðgerð av sjúklingi í Føroyum framd

16. sepember kl. 13:11

Fýra mans fingu bót - ein fyri at rætta løgregluni longutong

13. sepember kl. 09:12