Í gjár hendi tað sjáldsama, at ein bilførari framdi so stór brot á ferðslulógina, at hann bjargaði sær tvey klipp í koyrikortið - í einum.
Tað var fyrrapartin í gjár, at løgreglan sá ein bilførara tosa í hondhildna fartelefon ímeðan hann koyrdi. Tað kostar 1.500 krónur í bót, umframt eitt klipp í koyrikortið.
Um tað var telefonsamrøðan, sum leiddi tankarnar burtur frá, at hann eisini koyrdi bil, skal vera ósagt, men í sama viðfangi koyrdi hann eisini ígjøgnum ein krossveg, hóast hann hevði reytt ljós og tí átti at steðga.
Tað gevur eisini eitt klipp í koyrikortið, umframt eina bót upp á 1.500 krónur - sostatt fekk hann tvey klipp í koyrikortið í einum.
Men tá ið hann longu hevði eitt klipp í koyrikortinum frammanundan, gera hesi bæði klippini, at hann missur koyrikortiå treytað og sostatt má hann taka tað umaftur.
Ein annar bilførari fekk eisini bót og klipp í koyrikortið, tí hann koyrdi ov tætt uppi í reyvini á bilinum frammanfyri.
Tá ið bilurin frammanfyri tók ferðina av bilinum, tí hann skuldi snara á ein síðuveg, ansaði bilførarin aftan fyri ikki eftir tí fyrr enn tað var ov seint, so hann rendir upp í reyvina á honum. Bilarnir fingu skaða, men fólkaskaði var eingin.