Í gjár var løgreglan á Skálafjørðinum og gjørdi ferðkanningar. Og tað kom illa við hjá einum ungum bilførara, sum akkurát hevði fingið koyrikortið.
Tey fyrstu trý árini ein hevur koyrikort, eru at meta sum ein royndartíð og tá skal minni til at missa tað aftur enn tað skal hjá einum, sum hevur havt koyrikortið longri enn trý ár.
Í hesum føri var ein ungur bilførari, sum hevði havt koyrikortið í styttri enn trý ár, tikin fyri at koyra ov skjótt. Bilførarin koyrdi beint yvir 90 á einum strekki í Søldafjørði, har tað er loyvt at koyra 50.
Ein bilførari, sum hevur havt koyrikortið longri enn trý ár, hevði mist tað treytað. Tað merkir at hann hevði kunna hildið fram at koyrt bil við teirri treyt, at hann tók koyrikortið umaftur innan fyri einar tríggjar mánaðir. Gjørdi hann ikki tað, hevði hann mist koyrikortið.
Men í hesum føri var talan um ein, sum hevði havt koyrikortið styttri enn trý ár. Og tí fær hann beinleiðis koyriforboð, so hann fekk ikki stóra gleði av koyrikortinum.
Tað merkir, at hann sleppur ikki at koyra bil aftur fyrr enn hann hevur tikið koyrikortið aftur, bæði við koyring og teori.