Í løtuni verður arbeitt við at gera ábøtur á Norðoyatunnilin um náttina. Í hesum sambandi verður ferðslan leidd ígjøgnum tunnilin nakrar ferðir um náttina.
Tá ið ferðslan varð leidd ígjøgnum tunnilin á midnátt í gjárkvøldið, hendi eitt lítið ferðsluóhapp við tað, at ein bilførari helt ikki neyðugu frástøðuna frá bilinum frammanfyri, og rendi upp í reyvina á honum.
Løgreglan sigur, at tað var ikki nakar fólkaskaði at síggja til, men bilarnir fingu nakað av skaða.
Men tað kostar eina bót upp á 1.500 krónur, umframt eitt klipp í koyrikortið, tá ið bilførari ikki er nóg langt aftan fyri bilin frammanfyri.
Annars var løgreglan eisini úti um seg í Suðuroy og kannaðu ferðsluna. har fingu tvey fólk bót fyri ikki at brúka trygdarbelti og ein bilførari hevði ikki koyrikortið við.
Somuleiðis hevur løgreglan verið á ferð kring um í Havn og leitað eftir bilum, har bilførarin ikki hevur goldið vegskatt, ella hevur ymiskt annað í klemmu við Atstovuna ella Tryggingina.