Fekk bót fyri ein feil sum nógvir bilførarar gera

Løgreglan hevur eina áheitan á bilførarar um at tendra lyktirnar, serliga í hesum mjørkanum, sum nú er

Áki Bertholdsen
2. mai 2024 kl. 07:46

Í gjár steðgaði løgreglan einum bili og tað kostaði bilføraranum bót. Orsøkin til bótina var, at hóast tað er kavsvart í mjørka, koyrdi hann við sløktum baklyktum.

Tá ið umstøðurnar krevja tað, eitt nú í mjørka, skulu lyktirnar verða tendraðar. 

Hetta var ein bilur við automatiskum lyktum, men tað er ikki serliga álítandi, tí tað er verri enn so altíð, at lyktirnar tendra automatiskt, hóast umstøðurnar eru soleiðis, at lógin sigur, at tær skulu vera tendraðar.

Hetta er eitt mistak, nógvir bilførarar gera, at teir líta á lyktirnar tendra automatiskt, tá ið brúk er fyri tí.

Løgreglan heitir tí á bilførarar um at sláa automatikkin frá, og at tryggja sær, at lyktirnar eru tendraðar, serliga í mørkaveðrinum sum nú er.