Fekk 5.000 krónur í bót

Tríggir bilførarar komu í hóslag við løgregluna í gjár

Áki Bertholdsen
16. januar 2025 kl. 08:02

Í gjár tók løgreglan tríggjar bilførarar fyri ymisk lógarbrot.

Dýrast bleiv tað hjá einum bilførara í Runavík, sum hevði fest sær ein viðfestisvogn upp í bilin.

Sostatt fór vektin á bili og treylara upp um 3.500 kilo og so krevst, at bilførarin hevur koyrikort til treylara. Tað hevði hesin ikki og tí fekk hann eina bót upp á 5.000 krónur.

Samstundis mátti hann seta treylaran við vegin og fáa onkran annan, við galdandi koyrikorti, at koma eftir honum.

Í gjár fingu tveir bilførarar eisini klipp í koyrikortið. Annar fyri at koyra inn á eitt øki har innkoyring var bannað og hin fyri at koyra 74 í bygdum øki har tað annars er loyvt at koyra 50.