Fegnist um útstykkingina
Kommunuval 2024: Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopunar kommunu, svarar fýra skjótum
Fríðmundur Nattestad
28. mai 2024 kl. 21:00
Í samband við kommunuvalið, sum verður í november, hevur Dimmalætting sett øllum borgarstjórum í landinum nakrar spurningar.
Her svarar Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopunar kommunu:
Hvat avrik í hesum valskeiðnum er tú fegnast um?
- Útstykkingin.
Hvat mál, sum ikki eydnaðist at loysa í hesum valskeiðnum, iðrar tú teg mest um?
- Alt OK.
Hvat er størsta málið, sum er fyri framman, í komandi valskeiði?
- Fleiri útstykkingar.
Stillar tú upp aftur á komandi kommunuvali?
- Nei.