Í samband við kommunuvalið, sum verður í november, hevur Dimmalætting sett øllum borgarstjórum í landinum nakrar spurningar.
Her svarar Jógvan Kruse, borgarstjóri í Sunda kommunu:
Hvat avrik í hesum valskeiðnum er tú fegnast um?
- Nýggjur býarplanur fyri alla Sunda kommunu, ið framtíðartryggjar okkum, umframt at gott 40 grundstykki og fleiri vinnuøki eru ávegis í kommununi. Harafturat kemur nýggj langtíðarætlan fyri Heimatænastuna í VEKS, kommunalt samstarv um bussleiðina og kirkjugarðsútbyggingar.
Hvat mál, sum ikki eydnaðist at loysa í hesum valskeiðnum, iðrar tú teg mest um?
- Spillvatnskipan ikki er liðug og góðkend og at vetrarfriðing dró út.
Hvat er størsta málið, sum er fyri framman, í komandi valskeiði?
- Útstykkingar til privat og vinnu, barna-, ungdóms- og skúlaøkið styrkjast og byggjast út, svimjihylurin dagførast og útbyggjast, spillvatnsskipan gerast liðug og bátahyljar dagførast.
Stillar tú upp aftur á komandi kommunuvali?
- Ja, um høvið býðst.