Í samband við kommunuvalið, sum verður í november, hevur Dimmalætting sett øllum borgarstjórum í landinum nakrar spurningar.
Her svarar Artur Johansen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu:
Hvat avrik í hesum valskeiðnum er tú fegnast um?
- Eg fegnist um, at vit hetta valskeiði hava framt viðlíkahald í verandi bygningum og havnaløgum, og at vit hava endurskoðað byggisamtyktina. Harumframt hava vit sett eina grønari kós, hava skapt karmar fyri øktum vinnuvirksemi og fingið góðkent spillivatnsætlanina.
- Eisini fegnist eg um nýggju frítíðarstovuna og karmarnar fyri ungdómsvirkseminum.
Hvat mál, sum ikki eydnaðist at loysa í hesum valskeiðnum, iðrar tú teg mest um?
- Fleiri mál eru í gongd, og verða vónandi avgreidd næsta valskeið.
Hvat er størsta málið, sum er fyri framman, í komandi valskeiði?
- Bygging av ítróttarhøll.
Stillar tú upp aftur á komandi kommunuvali?
- Vit fáa at síggja :)