Fegnist um at Sumbiar kommuna er skuldarfrí í 2024

Kommunuval 2024: Eyðbjørn Thomsen, borgarstjóri í Sumbiar kommunu, svarar fýra skjótum

Fríðmundur Nattestad
25. mai 2024 kl. 16:00

Í samband við kommunuvalið, sum verður í november, hevur Dimmalætting sett øllum borgarstjórum í landinum nakrar spurningar.

Her svarar Eyðbjørn Thomsen, borgarstjóri í Sumbiar kommunu:


Hvat avrik í hesum valskeiðnum er tú fegnast um?

- Tað er einki, sum eg ynski at taka fram um eitt annað, men fegnist um tað, sum er gjørt í hesum valskeiðnum, og at bygdaráðið arbeiðir væl saman. Fegnist eisini um, at Sumbiar kommuna er skuldarfrí í 2024.


Hvat mál, sum ikki eydnaðist at loysa í hesum valskeiðnum, iðrar tú teg mest um?

- Eg irði meg mest um, at okur í Suðuroynni ikki megna, at betra um korini hjá okkara eldri borgarum, og at landsmyndugleikin ikki sær, at leisturin við afturbering til eldraøki ikki er haldbarur fyri kommunurnar í Suðuroynni.


Hvat er størsta málið, sum er fyri framman, í komandi valskeiði?

- Tað er at fáa virðilig og endalig hølisviðurskifti til okkara dagrøkt.


Stillar tú upp aftur á komandi kommunuvali?

- Ja, tað er planurin!