Fegnist um at skúlin verður liðugt umvældur

Kommunuval 2024: Delmar Tausen, borgarstjóri í Hovs kommunu, svarar fýra skjótum

Fríðmundur Nattestad
29. mai 2024 kl. 21:00

Í samband við kommunuvalið, sum verður í november, hevur Dimmalætting sett øllum borgarstjórum í landinum nakrar spurningar.

Her svarar Delmar Tausen, borgarstjóri í Hovs kommunu:


Hvat avrik í hesum valskeiðnum er tú fegnast um?

-  Nýggja spæliplássið og at skúlin verður liðugt umvældur.


Hvat mál, sum ikki eydnaðist at loysa í hesum valskeiðnum, iðrar tú teg mest um?

- Einki.


Hvat er størsta málið, sum er fyri framman, í komandi valskeiði?

- Halda kommununa við líka og gera ábøtur so hvørt sum tørvur er á tí.


Stillar tú upp aftur á komandi kommunuvali?

- Eingin avgerð tikin.