Gentur og kvinnur skulu hava rætt at fáa fosturtøku undir tryggum umstøðum.
Tað halda tey í Amnesty í Føroyum og tí fegnast tey um, at Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, nú hevur tikið stig til at broyta lógina um fosturtøku.
Í hesum sambandi hevur hann lagt eitt uppskot um fría fosturtøku fram til viðmerkingar, áðrenn tað verður lagt fyri Løgtingið. Kjarnin í málinum er, at kvinnur skulu fáa rætt til fosturtøku til 12. viku.
Hesi seinastu mongu árini hevur ljós verið varpað á lógina um fosturtøku. Tey, sum taka undir við fríari fosturtøku, halda, at ein avleiðing av núverandi lóg, er, at tað er ikki javnbjóðis atgongd til eina grundleggjandi heilsutænastu. Og samstundis virðir lógin heldur ikki kropsliga sjálvræðið hjá kvinnum.
Í Amnesty International halda tey sostatt, at gentur og kvinnur skulu hava rætt at fáa fosturtøku undir tryggum umstøðum.
Tey siga í eini viðmerking, at tá ið kvinnur ikki hava møguleika at fáa fosturtøku, verða grundleggjandi rættindi hjá teimum, ikki vird.
Tey vísa á, at altjóða mannarættindasáttmálin staðfestir rættin at taka avgerðir um egna heilsu, nøring og framtíð.
Somuleiðis staðfestir sáttmálin eisini rættin til javnrætt, til ikki at vera fyri mismuni og at privatlívið skal bæði virðast og verjast.
Loyva vit ikki kvinnum at fáa fosturtøku, verða hesi rættindi ikki vird, halda tey í Amnesty,
Tey vóna, at lógaruppskotið fer at fáa eina góða undirtøku, tí hetta kann gerast eitt risafet fyri kvinnurættindi í Føroyum.