Elbilafelagið: Fegnast at hámarkið á láni til elbilar er tikið burtur

Áhugafelag fyri fólk, ið hava áhuga í el-akførum, Elbilafelagið, fegnast at peningastovnur tekur hámarkið á láni til elbilar burtur

Sigurjón Einarsson
6. mars 2021 kl. 12:00

Í tíðindaskrivi í vikuni segði Bank Nordik, at bankin tekur hámarkið av á láni til elbilar. Higartil hevur elbillánið havt eitt hámark á 300.000 krónur, men tað markið verður nú strikað.

Nýggja áhugafelagið fyri fólk, ið hava áhuga í el-akførum, fegnast, at einki hámark er á láni til elbilar longur.

- Vit í Elbilafelagnum fegnast um, at peningastovnar eisini síggja, at framtíðin er elbilar og at teir vilja verða við til at eggja og hjálpa fólki til at skifta til eitt meira umhvørvisvinarligt val, tá ið tað kemur til keyp av nýggjum bili, sigur Justin Philbrow, formaður í elbilafelagnum.

Tað var í 2019, at Bank Nordik fór undir at bjóða elbillán við serliga lagaligari rentu, samstundis sum løðingarstøðir til elbilar vórðu settar upp við allar bankadeildir kring landið. Og nú hevur bankin nú valt at strika hámarkið á láni til elbilar.

Bankin væntar, at hinir peningastovnarnir nú fara at gera Bank Nordik eftir og bjóða út síni egnu lán til grønu umstillingina. Við Dimmalætting segði Árni Ellefsen, forstjóri í Bank Nordik soleiðis um nýggja átakið hjá bankanum.

- Alt samfelagið er farið at førka seg móti grønu umstillingini. Landsstýrið og løgtingið hava sett nakrar málsetningar fyri alt samfelagið. Nú taka vit fyrsta stigið, men tað skal undra meg, um teir ikki so ella so koma at geva ískoyti á líknandi hátt, segði Árni Ellefsen í viðtalu við Dimmalætting 4. mars.

Les meira: Nýtt grønt bústaðarlán

Nýtt áhugafelagið ynskir at seta fokus á elbilar

Tað var leygardagin 23. januar í ár, at tað var stovnandi aðalfundur fyri Elbilafelagnum. Fundurin varð hildin í Norðurlandahúsinum. Elbilafelagið er eitt nýtt áhugafelag fyri fólk, ið hava áhuga í el-akførum.

Endamálið felagsins er:

-             At savna fólk, ið hava áhuga í el-akførum.

-             At veita almenna kunning um el-akfør.

-             At arbeiða fyri at betra um umstøðurnar fyri el-akførum.

Áhugafelagið sigur, at áhugin fyri elbilum í Føroyum er vaksandi. Í fjør vórðu 132 elbilar skrásettir í Føroyum, og vøksturin er 74 prosent samanborið við árið fyri. Nú eru 307 elbilar skrásettir í Føroyum.

Elbilafelagið heldur eisini, at tað politiskt verður skumpað undir, at fleiri velja sær elbil, tá ið fólk skulu skifta bil. Hetta verður gjørt til tess, at alsamt fleiri skifta yvir til varandi orku so við og við.

Nýggi áhugafelagið sigur tey hava merkt, at fólk hava eftirlýst eitt elbilafelag, og á elbiladegnum, sum var í Norðurlandahúsinum í november í fjør, tóku nøkur stig til at lodda dýpið, hvørt nóg stór undirtøka var fyri at stovna eitt felag. Tað gjørdist skjótt greitt, at nógv vildu vera við.

Á stovnandi aðalfundinum var ein trý-mannanevnd vald og tveir tiltakslimir. Nevndin skipaði seg seinni við Martin Andreasi Kruse sum skrivara, Ninnu Herdis Danielsen sum næstforkvinnu og Justin Philbrow sum formanni. Tiltakslimir eru Høgni S. Reistrup og Helgi Arntórsson.