Fedrarnir eru børnunum ein heiður

Røða sum stýrisformaðurin í eldrasamtakinum Roðin, Tórbjørn Jacobsen, flutti fram á hundrað ára føðingardegnum hjá Hildegerð Højgaard, sum var hildin á Røktar- og Ellisheminum í Runavík í dag

Tórbjørn Jacobsen stýrisformaður í Roðanum
29. juli 2024 kl. 17:44

Hóast lívið mangan kann tykjast í so kjøkrut, so er tað í meginregluni so sára eyðskilt. Tað rekur við og í aðru syftu rekur tað upp í ættina, sjógvurin fløkist og leggur seg aftur, sjóvarføllini ganga ymsar vegir, - so sniðfundiga er Skapanarverkið samanskrúvað, at yvir ávís tíðarmál ræður javnvágin, og lívið gongur sína gongd. Vit kenna avmarkingarnar, onkur livur styttri og annar longri, aftur onkur yvirhálar allar terminir, og javnsvarandi staðfestingini í Sálmunum – ”Sjúti ár er æviskeið várt, og um mikil er megin áttati ár, og teirra dýrd er bert sút og møði, tí tíðin rennur, og vit fljúgva avstað” – eru 100 ár ikki hissini aldur at røkka.
 
Í mun til okkum – sum hóast alt hava klintrað upp um pensiónsaldurin – og fyri tað nógva hava livað í samfelagsligari uppgongu – er tað eitt heilt annað lív, sum eitt hundrað ára gamalt føðingardagsbarn hevur ferðast ígjøgnum. Hildegerð er borin í heim ímillum stóru heimskríggini, var barn táið stóra búskaparkreppan, sum byrjaði við húsaganginum í Wall Street í 1929, herjaði allan heimin, og rakk heilt fram til, at allur heimurin aftur stóð í einum eldi.
 
Fyri at seta aldurin inn í eitt søguligt høpi, so ber til at siga, at Benito Mussolini, italski fascisturin, fylti 41 ár ólavsøkudag í 1924, og tá hevði hann longu sitið fyri valdinum í Italia í tvey ár. Onnur sum vóru borin í heim hetta árið – í 1924 - eru Robert Mugabe, Benny Hill, Marlon Brando, George H. W. Bush, eldri, Jimmy Carter og Bent Fabricius-Bjerre. Hetta var eisini árið, táið Vladimir Ilyich Ulyanov, vanliga róptur Lenin, doyr, og Josef Stalin trokar allar kappingarneytarnar til viks og tekur valdið í Sovjetsamveldinum, og heldur rimmarfast um tað heilt fram til sín deyða í 1953. Hetta árið var J. Edgar Hoover settur í starvið sum ovasti fyri amerikansku samveldisløgregluni, og har sat hann í samfull 48 ár undir 8 skiftandi forsetum. Olympisku leikirnir vóru eisini hildnir í París hetta árið, og fyri at lýsa tíðina, kann eisini nevnast, at Christian 10. kongur var í summarfrí á Hawaii hetta árið, Dagmar prinsessa avloysti hann hesa tíðina, og hann flutti seg sjálvan fram og aftur í hestavogni og á kjøli.
 
Árið eftir, ólavsøkudag í 1925, var Mikis Theodorakis borin í heim. Hann hevði fylt 99 ár í dag. Grikkin, - sum skrivaði tónleikin til kykmyndina Zorba í 1964. Av góðum grundum skrivaði hann eisini tónleikin til sangin um frælsi, - sum andstøðingur undir hernaðarliga juntastýrinum kendi hann av øllum til tað øvuta – ófrælsi. ”Eg veit eitt hav í tær og mær. Ein sól er til, sum altíð sær. Ein strond er djúpt í hvørji sál. Ein grøv er ei títt endamál. Og vilt tú skilja, hvat er gott, og vera fræls á myrku nátt. So bygg ein heim, ein heim at liva í. Tað ræður um títt lív, títt egna lív.”
 
Í øllum hesum meldrinum er tað at Hildegerd Oleifu Olivie Nelly Frederiksberg – vanliga rópt Hildegerð – sær dagsins ljós á fyrsta sinni. Á Lágni á Strondum. Foreldrini vóru Daniel Marius Frederiksberg úr Fornlendi á Strondum og Sigrid Julia f. Klein úr Trongisvági. Sum eitt kuriosum kann nevnast, at hetta sama árið – í 1924 – seldi Sofus Højgaard (og konan Lena) systrini Carolinu, og manni hennara, Jógvani Højgaard (Jógvan á Teigum), húsini. Tey bæði fluttu tá av Teigum á Toftum yvir til Rituvíkar at búgva. Næstelsti sonur teirra, Kjartan, var borin í leypi, og Petur Hammer, grannin á Teiginum, bar hin sonin, Hans Jacob, sum bert var nakrar fáar dagar gamal, í føvninginum. Sama árið sum nýtt lív varð kveikt á Lágni hinumegin fjørðin.
 
Við øllum teimum hentleikum, sum vit vaksa upp saman við í dag, er tað vónleyst hjá teimum yngru at skilja stríðið og møðina í gerandisdegnum hjá teimum, sum hava livað í eina heila øld undir skiftandi umstøðum. Lívið var yvirhøvur eitt knoss fyri at yvirliva. Øskudungarnir vóru smáir í mun IRF-vagnarnar, sum koma einaferð um vikuna, næstan alt varð brúkt, kríatúrini ótu tað sum leyp av við køksborðið. Pløggini vóru loyst úr lagdi av kvikum kvinnuhondum, og menninir stóðu oftast fyri tímiligu inntøkuni – á sjógvi ella á landi. Torvið skuldi fáast til høldar. Húsdýrini ambætast og kýrnar mjólkast. Vatn skuldi berast og klæðini vaskast. Í stóran mun skifti dagurin bara millum svøvn og arbeiði. Nú sova vit í 8 tímar, arbeiða í 8 tímar og hinar 8 tímarnar og leygar- og sunnudagar kunnu vit brúka lívið til øll tey tilboð, sum nú einaferð eru til taks. Hetta kann eg ætla hevur myndað tey mongu fyrstu árini hjá Hildigarð.
 
Viderø prestur sigur í Saga Stranda, at saga fólksins á Strondum og Skála, á vestaru síðu Skálafjørðsins, er um leið hin sama sum saga fólksins hinumegin fjørðin. Hin vestara er eins og undirtanngarður í stórum gapi, hin eystara eins og yvirtanngarður í sama gapi, sum nú gloypir í seg almikið av øllum tí, sum livir í havinum, og tyggir tað og býr tað til tess at láta fara framvegis. Av tí livir Eysturoyggin og hevur góðar dagar; - væl geingur niður. Hann leggur afturat: ”Hin ovari tanngarður hevur eins og verið hin sterkari. – Har úti á Nesi sótu prestarnir, og síðan læknir og sýslumaður.” Hann leggur afturat: ”Mikil munur er á fólkinum vestantil á Skálafirðinum og eystantil. Eystantil á Skálafjørðinum eru eingi trøll. Tað sýnist sum, at prestarnir hava rikið tey burtur ella soert tey niður, meðan tey hinumegin fjørðin hava fingið frið.”
 
Hesar søgurnar eru fyri tað mesta til skemtanar, men Hildegerð valdi undir øllum umstøðum at fara yvir um fjørðin. Tað er tað sum kann henda, táið Eros neistar ferðast millum menniskju. Kjartan og hon gerast góð og giftast. Fáa seks børn – fýra gentur og tveir dreingir. Eini drongurin, Ivan, og eg eru javnir í árum, og saman við fleiri børnum í sama aldri í Rituvík, kom hann heim á Glyvrar at ganga í skúla nakað frammi í barnaskúlanum. Ivan, Helgi, Gunnvá, Jana, Elsebeth, Oddmar, Herbert og Símun á Lotinum. Tað kom líkasum meiri lív í flokkin, eftir at hesir bræsnu rituvíkingarnir løgdust til í svæðinum. Disciplinin var jarnhørð – men vit yvrlivdu.
 
Tað má hava verið ein øgiligur dóttur ið brast í fjølskylduni, táið Kjartan av sjúku legði árarnar inn longu í 1976. Til aldur miðskeiðis í fimmtiárunum. Minnist at hann og Hans Jacob gjørdu garðin rundan um húsini hjá okkum einaferð í sekstiárunum, har var so nógv armering og betong í honum, og so sverur var hann, at Landsverk hevði trupulleikar við at taka hann niður aftur, táið vegurin skuldi breiðkast.
 
Tað ber ikki til hjá nøkrum øðrum at fata hvøkkin, sum so brádliga tekur í einkju og børn. Lívið skal onkursvegna umskipast á fleiri mótum, og tað er at undrast á, hvussu væl nógvar føroyskar kvinnur hava megnað hesa støðuna. Hildegerð megnaði tað bæði væl og virðiliga, ja, so væl, at hon í dag fyllir 100 ár. Fjølskyldan slær ring um støðuna, og við Guðs hjálp ber nú einaferð so nógv til. Mentanargjógvin millum eina eldri bygd sum Strendur og niðursetubygdina Rituvík er stór, men kirkjan stendur sum ein kastali í báðum, og Viderø sigur at ”kirkju fingu strandamenn ikki av sær sjálvum, ikki fyrir tað, at nú vóru teir svá fjølmentir og framgjarnir, at teir skuldu hava kirkju; heldur kom hon til teirra eins og av himni. – Kirkjan á Skála fór fyrir áarlhleypi, alt út á sjógv. Lestrarfjølin rak upp á land við Sjógv á Strondum. Tað var tikið sum tákn um tað, at har skuldi Guðs orð framvegis verða lisið.”
 
Hugsi, at vit eru mong, sum spyrja okkum sjálvi, hvussu man ber seg at við at gerast 100 ára gomul. Ein av fáum sum kennir svarið er Hildegerð.
 
Vit, sum hava møguleikan fyri at eygleiða gerandisdagin hjá eldri kvinnum, av góðum grundum eri eg ein av teimum, hava lagt til merkis, at kroppur og heili áhaldandi mega provokerast. Tekur tú øll repini niður í einum, so stadnar alt, og tú glíður spakuliga inn í tína egnu grand finalu. Alternativið er at vera sprækin bæði við høvdi og kroppi. Tú siglir ikki fyri fullum seglum, sum í tannárunum, men ríkiligt av kropsligum rørslum ger góðan mun og týdningarmest er at høvdið stútt og støðugt verður bjóðað av. Facebook, tíðindamiðlar, gekkur, bingo, støðugt prát um og við slekt og vinir og forvitni. Alt hetta heldur snúningunum uppi í ferð, soleiðis, at heilakyknurnar verða hildnar við líka.
 
Tað er eitt vælsignilsi at gerast eldri. Tá sær tú ítøkiliga virðini, sum tú sjálv hevur skapt. Sum tað stendur í Orðtøkunum: ”Barnabørn er teimum gomlu ein krúna, og fedrarnir eru børnunum ein heiður.”
 
Kendi fólkasangarin Mikael Wiehe, sum fleiri ferðir hevur sungið og spælt í Føroyum, og er 78 ára gamal, sigur soleiðis frá í einum av sínum mongu sangum:
 
Det är klart att jag ser det i spegeln,
att åren har rasslat förbi.
Och vågar jag titta tillbaka,
så ser jag det som har blivit mitt liv.
Andra får klaga och sörja,
och önska sin ungdom tillbaks.
Jag ser det nog mest som en början,
och tänker på det jag har kvar.
 
Hetta minnir ikki sørt um seinasta brotið í yrkingini ”Til Boga og allar nýføðingar í verðini” hjá yrkjaranum Jóanesi Nielsen:
 
Títt lív søta barn
er ikki ein spurningur
men eitt svar ein játtan
dreymurin ið gerst veruleiki
lívið ið ferð eftir ferð vil sigra.
 
Vit koma og fara og lívið sigrar hvørja ferð. Fyri Roðan – leiðslu og starvsfólk – og Runavíkar kommunu - og meg sjálvan, fari eg at ynskja tygum, Hildegerð Højgaard, hjartaliga til lukku við teimum 100 árunum við ynskinum um at byrurin mátti verið tær blíður í ókomnum døgum.