Roger Federer hevur boðað frá, at hann fer ikki at teljast millum tey luttakandi, tá Australian Open fer av bakkastokki 17. januar.
Harumframt sigur Federer, at hann hevði verið ”ótrúliga bilsin”, um hann verður klárur til Wimbledon, sum verður hildin í mei mánaði.
40 ára gamli Federer hevur vunnið Wimbledon átta ferðir og Australian Open seks ferðir, men hevur seinastu árini verið illa plágaður av báðum knøunum. Hetta hevur havt við sær, at hann varð skorðin í knøini tvær ferðir á vári í 2020.
Federer koma aftur á ATP tourin í vár, tá hann spældi í millum annað Wimbledon, men mátti aftur á skurðbonkin.
Nú er tað so greitt, knøini verða ikki klár til Australian Open, og tað er sera ivasamt, um tey verða klár til Wimbledon, sigur Eurosport.
Við sveisiskka Le Matin sigur Federer sambært Eurosport, at hann hevur kortini ætlanir um at royna seg einaferð enn.
- Mín ambitión er at vita, hvat eg klári eina seinastu ferð. Eg ynski eisini at siga farvæl á mín egna hátt á einum tennisvølli. Tað er tí, at eg leggi dent á rehabiliteringina, sigur Federer, sum av mongum verður skýrdur at vera besti tennisspælari í søguni.
Federer er ikki tann einasti, ið eftir øllum at døma loypir Australian Open um. Fyriskipararnir av Australian Open hava gjørt greitt, at í sambandi við koronureglurnar í statinum Victoria, skulu allir luttakarar í Australian Open vera koppsettir fyri koronu.
Novak Djokovic, sum liggur ovast á ATP styrkilistanum, og sum hevur vunnið Australian Open ikki færri enn níggju ferðir, hevur gjørt greitt, at hann vil ikki noyðast at verða koppsettur fyri koronu, hóast hann ikki hevði vilja greitt frá, hvørt hann í grundini er koppsettur ella ei.