FCK tapti í Parkini

Donsku meistararnir megnaðu onki at gera ímóti Manchester City

Fríðmundur Nattestad
14. februar 2024 kl. 09:23

FC Keypmannahavn tók í gjárkvøldi ímóti Manchester City í Parkini, í fyrra dystinum í áttandapartsfinaluni í Champions League.

City legði segði á odda eftir longu 10 minuttum, við máli frá Kevin De Bruyne. Hóast nýggi FCK leikarin, Magnus Mattsson, megnaði at javna til 1-1, so sat City tungt á øllum restina av dystinum. Bernardo Silva legði ensku meistarnir á odda 2-1 beint fyri hálvleik, og í tíðini dómarin hevði lagt afturat, staðfeðsti Phil Phoden sigurin.

Seinni dysturin millum liðini verður leiktur 6. mars á Etihad Stadium. FCK skal tá vinna við 3 málum, fyri at koma víðari í kappingini.

Í hinum Champions League dystinum í gjárskvøldi vann Real Madrid 1-0 á útivølli ímóti RB Leipzig. Í kvøld kl. 20.00 eru hesir dystirnir á skránni:

Lazio - Bayern Munchen

Paris Saint-Germain - Real Sociedad