FC Suðuroy er av álvara við at brynja seg til nýggja kappingarárið. Eftir uppflytingina úr 2. deild og í næstbestu deildina boðaði FC Suðuroy fyri stuttum frá, at John Villi Wøldike Leo, sum síðstu árini hevur spælt við TB, er aftur á Vágseiði, har hann spældi í barna- og ungdómsárunum og eisini fyrstu árini í vasknamannafótbólti.
Í kvøld boðar FC Suðuroy frá, at tveir aðrar spælarar, sum upprunaliga spældu á Vágseiði, men sum síðani hava spælt í øðrum feløgum í bestu deildini, meðan FC Suðuroy hevur verið í 2. deild og vent, nú hava skrivað undir sáttmálar, sum siga, at teir í 2024 og í 2025 fara at spæla við FC Suðuroy í 1. deild.
Talan er um Salmund Bech og Dánjal Godtfred.
FC Suðuroy skrivar soleiðis:
Salmundur og Dánjal, sum í dag eru 27-ára gamlir, fingu báðir debut á besta liðnum hjá FC Suðuroy í 2012, og hava teir sínamillum góðar 500 dystir í Betri og 1. deild. Talan er tískil um tveir royndar leikarar, sum nú leggjast aftrat okkara hópi.
Fyrireikingarnar annars ganga við fullari ferð, venjingar eru í gongd, og vit gleða okkum til at síggja hesar báðar í bláum aftur, sigur FC Suðuroy í kvøld.
Í 2023 kappingini spældi Dánjal Godtfred við EB/Streymi, og Salmundur Bech spældi við TB.