FC Suðuroy í samstarv við fótbóltsakademi í Ghana

Í gjár frættist, at fótbóltsliðið í Suðuroynni, FC Suðuroy, nú fer at ganga nýggjar leiðir fyri at víðka og styrkja um leikaragrundarlagið hjá felagnum. Samstarvið er longu byrjað og felagið fær tveir nýggjar leikarar úr Afrika til seinnu kappingarhálvuna í ár

Kristian Waag Dam
14. juli 2022 kl. 09:13

Í gjár frættist, at fótbóltsliðið í Suðuroynni, FC Suðuroy, nú fer at ganga nýggjar leiðir fyri at víðka og styrkja um leikaragrundarlagið hjá felagnum.

Sambært Suðurrás, so hava ítróttarfeløgini innan liðítrótt í Suðuroynni flest øll felags avbjóðingar:

- Talið av leikarum í vaksnamannadeildini er avmarkað og hartil er stór útskifting, tí eftir loknan fólkaskúla gongur leiðin hjá teimum flestu á miðnámsskúla og síðani á framhaldandi útbúgving uttanfyri Suðuroynna, skrivar Suðurrás.

Tískil hevur felagið gjørt av at samstarva við eitt fótbóltsakademi í Ghana. Ætlanin er, at FC Suðuroy skal fáa leikara-tilgongd frá afrikanska akademinum.

Við tilgongd frá leikarum úr afrikanska akadaminum, ynskir felagið at lyfta støðið á venjingunum, fyri á tann hátt eisini at kunna menna egnu leikararnar hjá FC Suðuroy. Nýggja samstarvið er týdingarmikil liður í ætlanini hjá FC Suðuroy, um at menna besta mansliðið, sum í løtuni spæla í 2. deild.

Sambært Suðurrás, so er samstarvið longu byrjað og fær felagið tveir nýggjar leikarar til seinnu kappingarhálvuna í ár. Talan er um ghanesiska miðvallarin Emmanuel Andorful, sum verður 19 ár fríggjadagin, og 20 ára gamla verjuleikaran Jimmy Abdul, ið er úr Nigeria.

FC Suðuroy liggja í løtuni nummar fýra í triðbestu deildini í Føroyum. Eftir ein summarsteðg byrjar felagið at venja aftur leygardagin. Næsti dysturin hjá felagnum verður tann 13. august.

Her sæst 20 ára gamli verjuleikarin Jimmy Abdul, ið er úr Nigeria.

Her sæst 19 ára gamli Emmanuel Andorful úr Ghana.