FC Hoyvík hevur skipað seg av nýggjum

Tríggir nevndarlimir vórðu skiftir út á eykaaðalfundinum í næstsíðstu viku

Jóannes Hansen
5. desember 2023 kl. 19:12

FC Hoyvík skrivar soleiðis:

Á eykaaðalfundi 23 novembur, var nevndarval á skránni 3 fólk valdu at takka fyri seg og vóru hesi Bjarni Beder, Annika Thomsen og Leivur Hansen. FC Hoyvík ynskir at takka teimun fyri sína trúgvu tænastu og vóna vit at síggja tey í øðrum leiklutum í felagnum í framtíðini.

Trý nýggj fólk vóru vald í nevndina Andrass Thomsen, Jan Vestergaard og Høgni Midjord í Stovuni.

Nevndin hevur skipað seg soleiðis, Fróði Danielsen formaður, Andrass Thomsen næstformaður, Katrin Erlendsdóttur nevndarlimur, Beinta Fossádal nevndarlimur, Jan Vestergaard nevndarlimur og Høgni Midjord í Stovuni nevndarlimur.

Nevndin er longu farin til verka og vóna at nógv fólk vilja stuðla FC Hoyvík komandi tíðina.