Í mars sá tað einki út hjá FC Hoyvík. Tá vóru tveir dystir, og FC Hoyvík tapti á útivølli ímóti bæði KÍ og B68.
Í apríl og eftir allan kavan er av álvara vend komin í. FC Hoyvík hevur spælt tríggjar dystir í hesum mánaðinum, og úr teimum hevur felagið vunnið fulla úrtøku. Níggju stig bera við sær, at FC Hoyvík er á fimta plássi. Tað er bara málmunurin, sum skilir FC Hoyvík frá Víkingi og fjórða plássinum.
Í kvøld vann FC Hoyvík grannauppgerðina ímóti teimum næstbestu hjá HB. Dysturin var á vøllinum við Løgmannabreyt, og FC Hoyvík vann 2-1. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki var tað Dánjal Karbech Hansen, sum legði heimaliðið á odda 1-0. Tá átti Fróði Pæturson Rasmussen uppleggið, og fimm minuttir undan steðginum økti Fróði Pæturson Rasmussen um munin til 2-0.
Ein tími var farin, tá ið Andreas Skeel Nolsøe minkaði um munin til 2-1. Uppleggið átti Finnur Arnfinnsson.
Hagtølini siga, at heimaliðið vann 10 hornaspørk, og at HB vann trý hornaspørk.
Flaggdagin fær FC Hoyvík vitjan av Víkingi, ið hevur sama stigatal sum FC Hoyvík, og flaggdagin verður HB partur av grannauppgerð ímóti B36. Eftir fimm umfør eru B36 og HB á tveimum teimum niðastu plássunum við trimum stigum.