FC Hoyvík hevur eykaaðalfund í morgin hósdagin 23. november. Tað er eingin dramatikkur, sum tað kanska kundi ljóðað at verið, tá ið talan er um eykaaðalfund. Felagið hevur samtykt, at eykaaðalfundur er um heystið, tá ið nevndarval er, og so er aðalfundurin í februar, tá ið ársfrágreiðing og roknskapur eru á skrá.
Í fótbóltssendingini Heilfluktarin á Rás2 var í gjár hevði Jonhard H. Hansen samrøðu við formannin í FC Hoyvík Fróða Danielsen um farna kappingarár og nýggja kappingarárið, sum nú verður fyrireikað. Í samrøðuni segði FC Hoyvík formaðurin, at felagið hevur broytt raðfestingarnar eitt sindur sammett við tað, sum varð ætlað síðsta vetur, tá ið tvey feløg – Undrið FF og FC Hoyvík – vórðu samanløgd í eitt felag:
-Tá var málið hjá okkum, at felagið fór at flyta upp í bestu deildina innan trý ár. Nú hava vit ásannað, at tað er positivur trupulleiki hjá okkum, at tað eru 350 - 400 børn og ungdómar, sum eru áhugaðir í at spæla. Kvinnurnar endaðu á bronsuplássi í næstbestu deildini í ár, og nú bjóða vit kvinnuliðið fram at luttaka í bestu deildini. At tað er positivt trýst á barna og ungdómsfótbóltinum ber við sær, at vit brúka nógva orku har. Vit hava ásannað, at tað, at felagið framvegis er so ungt, ber við sær, at vit ikki enn hava grundarlag til at leggja so nógv fyri í royndini nú beinanvegin at vinna uppflyting í bestu mannfólkadeildina, samstundis sum vit raðfesta barna- og ungdómsfótbóltin soleiðis, sum vit fegin vilja gera, sigur Fróði Danielsen í samrøðu við Heilfluktaran í Rás2.
Nú verður fokus á at gera ungdómstilboðið so gott, at góðir spælarar halda fram í felagnum og ikki allir fara aðrastaðni at royna seg. Ætlanin er, at liðið í næstbestu deildini skal mennast fyrst og fremst við teimum, sum longu eru í felagnum, og at tað verður neyðugt við onkrum aftrat, sum hava royndir í bestu deildini.
FC Hoyvík endaði í farna kappingarári á sætta plássi í næstbestu deildini. Úrtøkan var 37 stig. Tað vóru 20 stig fram til uppflytingarpláss, og tað vóru 20 stig aftur til niðurflytingarpláss.
Fróði Danielsen var í fjør valdur at vera nevndarlimur í tvey ár. Hann stendur tískil ikki fyri vali í morgin. Umframt formannin eru undan eykaaðalfundinum í morgin í nevndini Bjarni Beder varaformaður, Leivur Hansen skrivari, Annika Thomsen peningarøkil og nevndarlimirnir Beinta Fossádal, Katrin Erlendstóttir og Bennvør Ferjá Eyvindsson.